Heystvirksemi

23. okt 2026

i viku 43 hava vit havt heystvirksemis viku. Børnini hava gjørt blóðpannukøkur, flust eplir og gularøtur, og flett. Síðan endaðu vit vikuna við, at stovnurin bjóðaði fiskafrikkadellir, við eplunum og gularøtunum ið børnini hava flust.

Ein hendingarík vika, har vit hava lært nógv um siðir á heystið í Føroyum. Børnini hava stimbra lukti og smakkisans, følisans, og eisini økt teirra tilvitan um føroyska mentan og siðir.

Seinastu tíðindi

Jólahald
29. okt 2026
Heyst­virksemi
23. okt 2026
Felags foreldrafundur
13. okt 2026
Ráðleggingardagur
02. okt 2026