Skrá:
- Vælkomin
- Frásøgn frá stovninum, um farna árið og annað, sum hevur týdning fyri gerandisdagin í Imba
- Frásøgn frá foreldraráðnum
- Kaffi/Te og okkurt afturvið
- Viðgerð av innkomnum málum. Ps. mál, ið skulu viðgerast mugu latast skrivliga inn til forkvinnuna í foreldraráðnum, sí freist undir foreldrabólkinum á facebook.
- Val til foreldraráðið
Síggjast í IMBA
Barnafagnaðurin í ár tekur støði í Royal Run, rør teg, kom ímillum fólk, pláss er fyri øllum, tann, ið gongur skjótt, rennur, spákar, verður trillaður, o.a.
Tiltakið verður í morgin 28. mai. Møta í garðinum í Imba, seinast kl. 10:00
Byrjan: Øll møtast í garðinum í Imba, seinast kl. 9:55
Teinurin er mílin, ið er 1.6 km
í dag kappast vit ikki, Ikki skumpa hvønn annan,
Hesi starta fyrst:
Bólkur 1: Skúla børnini renna/ganga teinin, ið er fyriskipaður
Bólkur 2: Tey 3 – 7 ára gomlu renna/ganga teinin, ið er fyriskipaður
Bólkur 3: Tey 0 til 3 ára gomlu, vognar og onnur , ið ætla sær at renna/ganga teinin, ið er fyriskipaður.
Komin aftur í Imba fáa øll børnini, ið luttaka medalju
Vit vaksnu mugu skipa okkum so vit eru saman við okkara barna bólki, og eggja og hjálpa, so vit fáa ein hugnaligan dag.
Vit gera nakrar rørslusangir í garðinum, uppskot niðanfyri.
- Klovnafimleik
- Høvd, akslar, knø og tær
- Veturin kom við kulda og kava ( føroyskan dans )
- Burtur á heiði ( føroyskan dans)
Vit enda Í IMBA til drekkamunn, frukt, vatn og bollar.
Síggjast í IMBA
At í Imba, uppliva og mennast vit, her er umsorgan, trivnaður, hugni, mentan, ymisk spæli og læristøð.
Frá 1.apríl 2019 til viku 22 í 2019, hava vit eitt virksemi koyrandi, sum eitur Royal renning. Hetta virksemi er í samband við at vit hvørt ár hava barnafagnað. Heiti hesaferð er, sum sagt Royal Runn, ið endar við einum meira sjónligum tiltakið í viku 22, nokk 28.mai 2019. Meira kunning seinni.
Síðan hálvan mars hevur nógv verði gjørt við páskapynt, bæði vaksin og børn stákast óført. Og nógv páskaligt er eftir á skránni og vit syngja eisini onkran páskasang.
2. apríl 2019, í gjár vóru 7 ár liðin síðani Barnahúsið Imba lat upp. Í tí sambandi høvdu vit foreldrakaffi við lagkøkum. Og frá klokkan 14.30 til klokkan 17.00 vitjaðu nógv foreldur. Hugnaligt.
12. mars gingu vit skrúðgongu við føroyska flagginum á odda , heim gjøgnum Norðdepils bygd, heim til minnisvarðan. Vit steðgaðu á har eina løtu sungu nakrar sangir, røða var hildin um tjaldri, og skrúðgongan gekk aftur til Imba, at eta okkara matpakkar. Seinnapart høvdu allar stovurnar felags millummála í miðrúminum.
Mars 2019, nógv hevur veri gjørt burtur úr bæði føstulávint og tjøldrunum í Imba
Lýs eru ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja best møguligt og basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kemd samstundis.
Vit fara tí at heita á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 26. og 27. januar 2019.
Talan er um eitt felags átak, við áheitan frá okkum øllum. Allir stovnar og skúlin í Klaksvíkar kommunu gera hetta átak, vikuskiftið 26. og 27. Januar 2019. Dagstovnurin og skúlin í Hvannasunds kommunu vilja eisini gera hetta átak samstundis, so vit kunnu basa lýsnum.
Vegleiðing og góð ráð eru at finna á www.apotek.fo:
https://www.apotek.fo/god-rad/boern/lys/
Vinarliga
Barnahúsið Imba
Skúlin á Fossánesi
Vøggustovan og barnagarðsstovan í Imba lata upp mikumorgunin 2. Januar 2019, kl. 7.30, sum vanligt. Frítíðarskúlin letur upp mánadagin 7. Januar, sum vanligt.
Jólahugnin í barnahúsinum Imba, sum er fyri børnini, ið ganga á stovninum og familjur teirra, verður hildin:
Tann 06. desember 2018, frá klokkan 15:30 til 17:30
Skrá:
15:30 til 16:15: Koma og fáa drekkamunn, gele og rísalamande
16:15 til 17:15: Børnini framføra:
16:15 til 16:30: Vit dansa um jólatræið og møguliga ein drekkamunn .
Vinarliga starvsfólki í Imba
Klokkan 19:00 til 21:00
Skrá:
- Vælkomin
- Fyrilestur um “Góðar relatiónir” við Anja Olsen frá Namsfrøðiligu ráðgevingini
- Kaffi/Te og okkurt afturvið
- Frásøgn frá stovninum, um farna árið og annað, sum hevur týdning fyri gerandisdagin í Imba
- Frásøgn frá foreldraráðnum
- Viðgerð av innkomnum málum.
- Val til foreldraráðið (Ps. mál, ið skulu viðgerast mugu latast skrivliga inn til forkvinnuna í foreldraráðnum, seinast týsdagin 09. Oktober 2018)
- Ymiskt
Síggjast í IMBA
Týsdagin 25.09.2018
Hey til í ganga í Imba í morgin týsdagin 25. september taka vit eplir upp og vaska eplir, vit fara eisini at hoyra okkurt um eplir.
Mikudagin 26.09.2018
Vit gera eplini, sum vit tóku upp klár til at eta, vit fara at flysa, skera og vaska, koyra í grýtu og í skuffu, eisini verður hugni og prát um eplir.
Hósdagin 27.09.2018
Vit fara at eta eplir gjørd á ymiskan hátt, saman við onkrum í hóskar til, sum ein felags døgurða máltíð. So børnini hava ongan matpakka við hósdagin.
Børnini, sum fara í skúla summarið 2018, fara frá viku 34, tað er frá 21. august 2018 at møtast í
forskúla/skúlabólk týsmorgun og mikumorgun frá kl.10:00 til 12:30. Um tað av onkrari orsøk ikki liggur
fyri hjá starvsfólkinum at hava skúlabólk vegna forfall, eru børnini, sum vanligt, í barnagarðsstovuni.
Sí annars undir skúlabólkurin Húsadalur.
Mánadag frá kl.12:35 – 17:00
Týsdag frá Kl.12:35 – 17:00
Mikudag frá kl.12:35 – 17:00
Hósdag frá kl.11:20 – 17:00
Fríggjadag frá kl. 11:20 – 17:00
Frítíðarskúlin hevur allar feriu og frídagar, líka sum tann fastlagda frítíðin hjá skúlanum.
Temaið er: summarland í IMBA
frá kl. 09:45 til kl. 14:00
Skrá:
- Vælkomin til summarlandið
- Faðirvár, frukt, fruktspjót og frukt djús
- Sansa ferð
- Vatnland og spæliland
- Heitan mat og kaldan mat
- Hvíld á madrassum, hugnaprát og annað
- Ymiskt gómagott
- Vatnland og spæliland
- Ymiskt gómagott
At hava við:
- Svimjiklæðir + handklæð
- Skiftiklæðir: Nokk av skiftiklæðum
- Ongan matpakka við
Ps.: Temadagin skulu eingi foreldur vera á stovninum frá kl.09:45 til kl.14:00. Um tit vilja hava fatur á okkum ella barni má heim áðrenn klokkan 14:00, ring á telefon 735897, 735898, 735896 ella 735891
Vit gleða okkum
Vinarliga starvsfólkið í Imba
Vit hava spælt nógv úti í garðinum í góðveðrinum, eisini hava vit baka úti og eti matpakka og annan millummála úti.
Onkrar túrar niðri í fjøruni undir skúlanum hava vit veri. Vit fangaðu krabbar, spældu og hugdu at steinum, fliðum, tara og mangt annað, ið ein kann finna í fjøruni. Eisini hevur vøggustovan fanga krabbar og verði túr í fjøruni niðri undir kirkjuni í Hvannasundi.
Forskúlin var á Oyrarbakka til 112 dag. Tey møttu nógvum øðrum børnum á sama aldri, og millum mangt annað gott, sóu tey eisini sjúkrabil, brandbil, tyrlu, politimotorsúkklur, og sluppu at seta seg inn í tað.
Tema um Tailand í samband við barnafagnaðin
Frásøgn um temadagin niðanfyri:
Vit høvdu ein temadag um Tailand, har vit spældu vit fingu ferðaseðlar, bíðaðu á flogvøllinum og vóru í spæli flúgvara. Í flogfarinum greiddi flogskiparin frá um Tailand og vit hoyrdu ein Tailendskan sang. Flogternan bjóðaði øllum okkurt at drekka og eta.
Vit fóru síðani í land og tá skifti vit rúm, inn í eitt heitt rúm. Í heita rúminum vóru ymiskar myndir frá Tailandi vístar við kanón, sum stórskíggja uppá veggin, myndir frá náttúruni, djórum, býnum, strondini, bátum, børnum og øðrum fólki, og alt rúmið luktaði av Tailendskum mati. Vit endaðu dagin í sama rúmið, við Tailendskari bufe. Ein sera væleydnaður, øðrvísi og stuttligur dagur.
Eisini vóru vit til barnafagnað í Klaksvík:
Vit fóru yvir til Klaksvíkar við bussi, flestu børnini halda tað er stuttligt at koyra í bussi. Komin til Klaksvíkar marsjeraðu vit í stóru hugnaligu skrúðgonguni niðan á fótbóltsvøllin, gott summarveður var, og løtan var barasta so góð. Á vøllinum sungu vit nakrar sangir saman við øllum hinum børnunum og teim vaksnu úr Klaksvík. So kom trølla Pætur, trølla omman og trøllaommudidd, beint sum vit sótu á deilig turra gras vøllinum, tað var bæði hugnaligt og stuttligt, tey dugdu so væl at syngja og gera og siga ymiskt skemtiligt, eisini tóku vit mynd saman við trølla ommuni.
Tá trøllini fóru heim, ótu vit matpakka og drukku súrepladjús, ímeðan vit sótu á deiliga turra grasvøllinum, aftaná spældu vit á vøllinum og í skýlinum, inntil bussurin koyrdi okkum troyttu børn og vaksin aftur í Imba.
Í morgin 08.06.2018 fara frítíðarskúla børnini til ítróttadag, tað plagar altíð at vera gott, so vit gleða okkum. Tey fara at luttaka í skrúðgongu, postarenning, posarenning og Rennikapping, vit hoyrast.
Vit byrja kl. 16:00 og halda áfram til kl. 19:00
Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.
Kl. 18:00 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos
Sig frá hvussu nógv frá tykkara familju vera við
Skráin:
Øll eru boðin við, og øll fáa gjørt okkurt, tað er bara at halda seg framat onkur fær møguliga feia og hugna um, onkur far veri til staðar, práta, peika á okkurt, ið manglar, borði ein posa til í ruskílatið, henta grót undan reiggjunum, fylla veitina uppi uppi í bønum, velta, umvæla útiborð o.s.v.
- At tit koma, hava børnini við og hugna tykkum saman við børnunum, og fáa eitt prát við onnur avvarðandi.
- Feia garðin, taka órudd upp, eisini inn við húsini, hugna um
- Seta eplir niður, um nakar er til at fáast við veltuna.
- Fylla grót úr lendinum í veitina uppi í bønum, um nógvar hendur eru til hetta, megna vit kanska at fylla upp í ár.
- Fylla trapputrinini við stein støvi + hampa gøturnar
- Umvæla útiborðini
- Eftir hyggja stakitt og annað til skreiðibanan í barnagarðinum og vøggustovuni.
- Rudda undir reiggjunum, feia har fall undirløgini eru, rudda gras armering flísarnar, lyfta teir eitt sindur upp.
- Rudda og feia skúrin
Havi amboð við, tað kann vera hamara, krakunev, spaka, skrúvu/borimaskinu, ella okkurt annað, seti navn á.
P/s: heit klæðir, ið hóska til at spæla, arbeiða og hugna sær úti í.
Hvør kann baka, skuffukøku, wienarbreyð, kloyning ella bollar
Kom; melda teg til, helst áðrenn 22. Mai 2018
Senda SMS til 735891 ella skriva tykkum upp á listan á stovninum, skriva barnsins navn og hvussu mong tit eru, børn, vaksin, familja hjá hesum barninum. Um tit baka skriva so eisini at tit baka og nøkulunda hvat.
Síggjast í IMBA
Vit byrja aftur mánamorgunin 15. januar 2018 klokkan 7:30.
Vegna ráðleggingardag, verður
barnahúsið Imba stongt fríggjadagin 23.02.2018
Vinarliga starvsfólkið í barnahúsinum Imba
Mánadagin 12. februar 2018, ongan matpakka við:
Barnagarðsbørn og vøggustovubørn sláa tunnu kl. 10:00, aftaná eta vit saman í felagsrúminum, heitan og kaldan mat.
Frítíðarskúlabørnini hava felags máltíð og sláa tunnu, klokkan 12:35 tá tey koma úr skúlanum.
Børnini kunnu vera í grýluklæðum. Síggjast
Vælkomin til temadag í IMBA, hósdagin 8. Juni 2017
Temaið er summarland í IMBA frá kl. 9.30 til kl. 15:30
Skrá:
- Fáa armbond til summarlandið
- Faðirvár, frukt, fruktspjót og frukt djús
- Skattajakt
- Vatnland og spæliland
- Heitan mat og kaldan mat
- Soviposaløta
- Ymiskt gómagott
- Vatnland og spæliland
- Ymiskt gómagott
At hava við:
- Svimjiklæðir + handklæð
- Skiftiklæðir
- Sólbrillur høvdu nokk glett barni at havt við
- Soviposa
- Ongan matpakka við
Ps.: Temadagin skulu eingi foreldur vera á stovninum frá kl.9:30 til kl.15:30
Um tit vilja hava fatur á okkum ella barni má heim áðrenn 15:30, ring á telefon 735891 ella 735897, 735898, 735896
Vit gleða okkum
Vinarliga starvsfólkið í Imba
Vit byrja kl. 16:00 og halda áfram til kl. 19:00
Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.
Kl. 18:00 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos
Sig frá hvussu nógv frá tykkara familju vera við J
Skráin:
Øll eru boðin við, onkur fær møguliga feia og hugna um, onkur far veri til staðar og práta, peika á okkurt, borði ein posa til rusk, o.s.v.
- At tit koma, hava børnini við og hugna tykkum saman við børnunum, og fáa eitt prát við onnur avvarðandi.
- Feia, taka órudd upp, hugna um
- Seta eplir niður, um nakar er til at fáast við veltuna.
- Fylla í veitina uppi í bønum
P/s: heit klæðir, ið hóska til at spæla, arbeiða og hugna sær úti í.
Hvør kann baka, skuffukøku, wienarbreyð, kloyning ella bollar
Kom; melda teg til, helst áðrenn 17. Mai 2017
Senda SMS til 735891 ella skriva tykkum upp á listan á stovninum, skriva hvussu mong tit eru, børn, vaksin. Um tit baka skriva so eisini at tit baka og nøkulunda hvat. Dømi: Ingrið Fuglø + mann + 2 vaksin børn + wienarbreyð
Síggjast í IMBA
Í Mai 2017 mánaði seta vit fokus á ymiskt um Sirkus í IMBA. Børnini klippa og líma, lita tekningar, hoyra søgu, og gera ymiskt aktivt, syngja, dansa, upptraðkað, alt í setur fokus á Sirkus
Mai 2017 fara børnini, ið fara í skúlaí summar til 112 dag í Fuglafirði
Mikudagin 24. Mai 2017 fara børnini, ið blíva 3 ár í ár frá vøggustovuni og barnagarðurin til barnafagnað í Klaksvík, vit fara við bussi úr Imba kl. 9:30 møti í Imba í seinasta lagi kl. 9:15
16.Juni 2017 fara frítíðarskúlabørnini til ítróttadag á Strondum
Í samband við at Imba fyllur 5ár, hava vit foreldrakaffi tá tit avheinta tykkara børn, mánadagin 03. Apríl 2017
Vit hava kaffi, te, mjólk, vatn og kaku, fram til kl. 17:00
Komið steðgið á og njótið løtuna.
Síggjast í IMBA
Hvannasunds kommuna hevur á fundi 30.03.2017 valt at IMBA er stongt í viku 30, 31 og 32 og er tað í døgunum 24. Juli til 13. August, tí tá eru sera fá børn uppskrivaði til at vera á stovninum. Allir nevndu dagar er stongt.
Vegna barnahúsið IMBA
Vinarliga Ingrið Fuglø leiðari
Vit fara úr Norðdepli kl. 9:00 við bili og fara úr aftur Fuglafirði áleið kl.15:00 við bili.
Børnini møta í Imba ístaðin fyri á skúlanum í seinasta lagið, kl.9:00.
Myrna er kunnað um túrin og játta børnunum frí til túrin, og skúlin ger einki spennandi tann dagin hesi børnini eru í Fuglafirði.
At hava við:
- Gott lag, klæðir eftir veðrinum og góðar skógvar, ið børnini orka at ganga í og røra seg í, + hav jakka við, tað er gott um ein verður eitt sindur kaldur.
- Góðan matpakka + okkurt drekkandi
Børnini fáa twix og sunkist frá stovninum til millummála.
Skrá til ítróttardagin:
- Kl.10:00 Tónleikur og øll ganga skrúðgongu inn á vøllin vit hava IMBA flaggi við
- Ímillum 10:30 og 12:00 postarenning og fótbóltur
- Matarsteðgur 12:00 til12:30
- Ímillum 12:30 og 13:30 Boccia og Posarenning
- Ímillum 13:30 og 14:30 Rennikapping og togtogan
Vit kunnu bara velja annan aktivitetin av teimum, sum er samstundis.
- Kl. 14:30 møtast øll aftur a vøllinum:
- Onkur fer at framføra sangfyri okkum
- Øll fáa medalju fyri at luttaka og vinnararnir fáa diplom.
Síggjast vinarliga: Ingrið, Anna, Ingeborg og Eydna
Mikudagin 25.Mai 2016
Vit byrja kl. 16:00. Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.
Kl. 18:30 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos
Vit arbeiða víðari ímeðan vit drekka kaffi og eta kaku, áleið til kl. 21:00
Sig frá hvussu nógv frá tykkara familju vera við
Ps: vit hava øll brúk fyri amboðum at arbeiða við, so gott hevði veri um tit tóku amboð við ( set navn a
tykkara amboð), spaka, trillubøru, eyrhakkara, skrúðumaskinu, hamara, sag, osv.Ps: heit klæðir, ið
hóska til at arbeiða úti í, ikki fín og góð klæðir.Skráin kemur seinni hvat vit gera:
Hvør kann baka, skuffukøku, wienarbreyð, kloyning ella bollar
Melda teg til, helst áðrenn 20. Mai 2016 Senda SMS til 735891, skriva hvussu mong tit eru, børn, vaksin.
Um tit baka skriva so eisini at tit baka og nøkulunda hvat.Dømi: Ingrið Fuglø + mann + 2 vaksin børn +
wienarbreyð
Mánadagin 08. februar 2016 hava frítíðarskúlabørnini frí, men týsdagin 09. februar 2016 er opið sum vanligt, tá er.
Týsdagin 09. februar 2016, kl. 13:00. Børnini fáa eisini døgurða, kjøtfrikadellur, chips í ovn og annað gott. Børnini kunnu vera í grýluklæðum. Síggjast ????
Hey, í morgin mánadagin 08. februar 2016, kl. 10:00
sláa,vøggustovubørnini, barnagarðsbørnini og forskúlabørninitunnu í Imba. Børnini fáa eisini døgurða,
kjøtfrikadellur, chips í ovn og annað gott. Børnini kunnu vera í grýluklæðum.Síggjast ????
Vit byrja kl. 16:00.
Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.
Kl. 18:30 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos
Vit arbeiða víðari ímeðan vit drekka kaffi og eta kaku til kl. 21:00
Vinarliga boða frá á stovuni, ella við sms boðum, hvussu mong vaksin og børn, frá tykkara familju vera við.
Barnagarðurin 735898
Vøggustovan 735897
Frítíðarskúlin 735896
Leiðarin 735891
Les um barnaorm her
Les meira her
August/September 2017 ”náttúran”
Í Imba hava vit náttúru sum fremsta evni fyri august september, børnini hava veri onkrar túrar,
uppi á rættini, norðuri í Fossá, niðan við ánni, niðri í fjøruni og trillutúr heimi í bygdini. Eisini hava
tey spælt nógv úti, súkkla, spælt bólt, spælt mammubørn úti, havt teppir og koppastellið úti.
Hósdagin tóku barnagarðurin og frítíðarskúlin eplir upp og vaskaðu tey, í barnagarðinum flustu tey
eplir og gjørdu eplamos og heitaði eplir í ovn.
27.09.17 Í dag gjørdi frítíðarskúlin mat úr okkara náttúru, tey flustu eplini vit tóku upp og gjørdi til
eplamos og heitaði eplir í ovn. Síðani bleiv kafe fyri allan stovnin inni í felagsrúminun, við eplamos,
heitaði eplir í ovn, pilsir og kjøtfrikadellir. Sera hugnaligt.