Námsfrøðiligt endamál og virkisætlan fyri Barnahúsið Imba í Hvannasunds Kommunu

Fororð

Vit vilja við hesum lýsa tey mál vit ynskja at seta okkum fyri, í arbeiðnum við børnunum í barnahúsinum Imba. Vit ynskja at barnahúsið Imba skal verða eitt gott og mennandi tilboð fyri børnini og at foreldur kenna tryggleika har.

Henda orðingin kom a prent í dagrøktini í Hvannasunds kommunu í 2007, orðingin er endurskoða í ár 2014 og ætlanin er at hon javnan skal takast upp til eftirmetingar og dagførast. Málbólkurin er starvsfólki sum kann nýta hetta sum eitt arbeiðsamboð, foreldur ið ynskja at fáa innlit í arbeiðnum, bygdaráð og aðrir mynduleikar sum skulu/ynskja at kunnast um arbeiði. Tað mesta av innihaldinum í endamálsorðingini er gjørd á einum ráðleggingardegið fyri starvsfólki í tá arbeiddu í dagrøktini hjá Hvannasunds kommunu og er endurskoða og endurnýtt í Barnahúsinum Imba, Hvannasunds kommuna.

Lógin

Í løgtingslóg nr.67 frá 10. mai 2000 er ásett lóg fyri dagstovnar og dagrøkt:

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðnum á dagstovn og dagrøkt er:

  • Við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini
  • At geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling
  • At menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði
  • At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag
  • At menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt
  • At tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika
  • Í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Mál í barnahúsinum Imba

Fyri at veita eitt gott tilboð til børnini í ansingarskipanini ynskja vit:

  • At stuðla børnunum í spælinum og at knýta vinarbond. At skipa fyri virksemi og tiltøkum har atlit verða tikin fyri aldurin á børnunum
  • At hava eitt gott samstarv við foreldrini, og skapa tryggar karmar fyri børnini
  • At barnahúsið Imba skal verða eitt mennandi tilboð fyri børnini
  • At vit sum starvsfólk, í okkara samverðu við børnini uppbyggja persónliga førleika barnsins
  • At stuðla barninum í at mennast til at verða sjálvstøðug og ábyrgdarfull.

At stuðla børnunum í spælinum og at knýta vinarbond. At skipa fyri virksemi og tiltøkum har atlit verða tikin fyri aldurin á børnunum

Tað stendur í kunngerð um dagstovnar at atlit skulu takast aldurin á barninum. Av tí at barnahúsið Imba í Hvannasunds Kommunu hevur børn ið eru sera spjødd í aldri er tað umráðandi at starvsfólkini í barnahúsinum Imba hava fyri eyga at børnini hava ymiskan tørv. Eisini er ymiskt hvørjum støði børnini eru í og hvussu vit tilrættaleggja eitt mennandi tilboð fyri øll. Vit skulu skapa karmar fyri menningina m.a. við at børnini nýta teirra sansir, læra at kenna sín kropp, kunnu spæla rollu- og regelspøl.

Tað er gott at hava vinir og barnahúsið Imba er eitt gott høvi at knýta vinarbond. Tað er eisini umráðandi at fáa vinir tá vit læra at sleppa foreldrum.

Heilt frá tí at børnini eru smá eru tey áhugaði á hvøjum øðrum. Børn velja sær vinir men mugu eisini læra at hava ábyrgd av hvat ein kann tillátað sær og hvussu ein kann virða avmarkingar hjá øðrum.

Tað er umráðandi at hava vinir fyri at styrkja sín egna samleika – ein kann ikki verða nakað uttan at hava tilknýtið til ein annan. Børnini royna ymiskar rollur t.d. hvussu reagerar umhvørvi um eg eri glaður, keddur, illur, ella rollur sum prinsessan, hundur ella klovnur.

Tað fría spæli hevur stóran týdning. At børnini sjálvi læra at finna uppá og finna loysnir á ymiskum trupuleikum ger at tey verða meira virkin og hava tiltrúgv til seg sjálva, eisini seinni í lívinum. Tilgongdin tá barni velur hvat og hvønn tað hevur hug at spæla við krevur at barni veit hvat tað hevur hug til. Um tey skulu læra at kenna og úttrykkja teirra hug og tørv mugu tey kenna seg virðismikil og at onnur og tey sjálvi takað teirra tørv álvarsamt. Um børnini verða stuðlaði í hesum dugað tey eisini betur at virða tørvin hjá øðrum børnum og vaksnum. Av hesum er fyritreytin fyri einum góðum samskifti um innhaldið í felags spælinum løgd.

Børnini nýta spæl til at:

  • Venja seg við ymiskar rollur og førleikar t.d. mamma, pápi, maður, kona ella tær ymisku starvgreinaranir. Tey venja og tilognað sær førleikar , intellektuelt, málsliga, kropsliga og sosialt
  • Tilognað sær royndir og vitan frá umheiminum – gjøgnum søgur, sjónvarp, túrar og upplivingar
  • “Gjøgnumarbeiða” tað tey hava upplivað – trauma, angist, upplivilsi tey ikki skilja. Lívstøðuna - forholdi til tey sum eru rundan um. Fantasi og dreymar
  • Royna síni kreativu evnir – at gera tað stuttligt, spennandi, óhugnaligt v/m.a. tónleik, sjónleik
  • Royna sín kunnleika til áðurnevdu fyri at fáa kenslu av og eitt forhold til seg sjálva og onnur

Eitt barn ið kennir seg trygt hevur lættari við at gloyma seg burtur í spæli, børnini gjøgnumarbeiða tað veruliga lívið gjøgnum spæl.

At skapa tryggar karmar fyri barni í gerandisdegnum og hava eitt gott Foreldrasamstarv

Tryggleiki er grundarlagið fyri trivnaðin hjá barninum og fortreytin fyri at foreldur vilja latað síni børn í ansing og tí ynskir barnahúsið Imba at leggja seg eftir at skapað tryggar karmar fyri barni. Her verður hugsað bæði um teir fysisku karmanir og persónligu ansingina av børnunum. Vit ynskja at gera okkara til at barni fær eina góða tillaðing. Áðrenn barni byrjar bjóða vit foreldrum til samrøðu har tey kunnu gera vart við hvørjar hugsanir og ynskir tey hava fyri barnahúsið Imba og har starvsfólki, ið skal hava barni og leiðarin greiða frá ymiskum viðurskiftum í barnahúsinum Imba.

Foreldur fáa ein faldari har allir praktiskir upplýsingar standa í.

Vit bjóða barninum at koma at vitja einaferð saman við mammu og babba og annars at mamman ella papin eru við tað fyrstu tíðina har avtalað verður gjørd um nær tey koma og um matpakkar. Um tað ber til halda vit at tað er best at barni ikki hevur langar dagar tá tað byrjar fyri at barni so líðandi kann læra børn, starvsfólk og umhvørvi at kenna. Tað fyrstu tíðina barni er í barnahúsinum Imba geva vit tí serliga gætur, ansað eftir at barni altíð sær tann vaksna so barni kennir tryggleika við at tann vaksni ikki verður burtur nú tá barni er uttan foreldrini. Vit hugsa um at finna okkurt sum barni heldur er áhugavert (leikur) ella um tað kansa bara hevur brúk fyri at sita hjá starvsfólkunum.

Hvønn dag skulu vit takað væl ímóti øllum børnum og foreldrum, serliga uppmerksom tá barni akkurat er byrja.
Vit eru fyrikomandi og blíð við børnini, troysta tá tey eru kedd, ansa eftir hvussu vit tosað, at vit ikki eru niðursetandi, verða varin at tosað um barni, um barnsins heim og familju. Tað er sera umráðandi at avvarandi og starvsfólk hava virðing sínámillum. Barni er kensluliga knýtt at bæði foreldrum og starvsfólki á stovninum og er tí sárbart yvir fyri hvussu tey vaksnu hava tað mótvegis hvørjum øðrum.
Foreldur hava ábyrgd av barninum tá tey eru til staðar t.v.s. at so leingi foreldrini ikki eru farin avstað tá tey avhenda og beinavegin tá tey koma at heinta og hava heilsa uppá barni so hava tey ábyrgdina.

Vit skulu vísa øllum børnum umsorgan.

  • Tann sjónliga umsorganin er at skapa fysiskar karmar og umstøður ið einstakað barni kann trívast í, tað verið seg borð, stólar, leikur ið eru mennandi fyri aldurin hjá barninum, at børnini sleppa at verða úti í frískari luft og útfolda seg. At tey fáa eta og drekka, verða skift og fáa turr klæðir o.s.v.
  • Tann ósjonliga umsorganin er tað ið ein ikki sær men tað ein kennir. At tað er kvalitetur í samveruni við barni. At barni kennir at vit lurta hvat tað sigur og at vit setað orð á tær kenslur barni hevur og vísa barninum virðing

Barnahúsið Imba skal verða eitt mennandi tilboð fyri børnini

Vit ynskja at menna tey ymisku umráðini hjá børnunum fyri at barni fær eina fjølbroytta menning. Hetta vilja vit m.a. gera við at gera okkum kassar við tilfarið við teimum ymisku umráðunum ið vit halda eru umráðandi fyri heildarmenningina hjá barninum. Kassarnir nýta vit sum hugskotsbanka, har tilfar og upplýsingar eru í.

Umráðini ið vit halda eru umráðandi at arbeiða við eru:

Málslig menning:

  • Talumál
  • Endurtøka av tí ið barni sigur fyri at barni lærir at útalað rætt
  • Lesað søgur
  • Sangur
  • Rím og ramsir

Kennskap til náttúruna:

  • Djór
  • Hagan
  • Plantir
  • Matur úr Náttúruni – eplir, ber, rabarbir, karse
  • Fjørðan

Mentan:

  • Egningarskúrarnir
  • Árstíðirnar
  • Søga
  • Dansur
  • List
  • Kenn títt land
  • Sjónleikur
  • Tiltøk við foreldrum – garðdagur, jólahald

Persónliga menningin:

  • Praktisk
  • Takað ábyrgd
  • Góð við hvønn annan
  • Sjálvstendigheit

Fysiska menningin – kroppur og rørsla:

  • Kostur
  • Motorisk (grov- og fín)
  • Kennskap til kroppin
  • Reinføri

Sosiala menningin:

  • Vinir
  • Spæl
  • Empati

Sansir:

  • Stimbran sum verður kropslagra
  • Luktur og angi
  • Følisansurin
  • Hoyrnin
  • Sjónin
  • Smakk

Tilfar til forskúla:

  • SPU - test

Starvsfólkið skal verða við til at uppbyggja persónliga førleikan hjá børnunum

Við at vit viðurkenna barnið er ein persónlig menning í gongd, barni má kenna at tað verður hoyrt, sæð og skilt. Fyrst og fremst hava børnini tørv á at kenna at tey eru nakað serligt í sjálvum sær og ikki bara tá tað ger okkurt “rætt” ella tá tað dugir okkurt, hetta styrkir sjálvsvirði hjá barninum. Næst er tað gott at stuðla børnunum í at klára/duga ymiskt, hetta styrkir teirra sjálvsálit.

Vit mugu týðuliga vísa hvat vit ynskja og hvørjir “spælireglar” eru galdandi. Vísa børnunum at vit øll kunnu feila og kunnu rætta uppá tað. Vit mugu minnast til at tá eitt barn ger okkurt ella hevur ein atburð ið vit ikki kunnu góðtakað, at vit ikki niðursetað ella niðurgerða barni. Tað er umráðandi at vit leggja dent á at tað er tað tú gert ið eg ikki kan góðtakað og ikki tann tú ert. T.d. at vit siga “Eg vil ikki, at tú gert .........” Ístaðin fyri, “tú ert droyður..........”.

Í eini konflikt er tað sera umráðandi at vit eru tey vasknu, at tað eru vit ið hava ábyrgdina. Tú kanst/mást ongatíð siga við eitt barn t.d. “tað er tín skild at eg eri ill nú”, barni klárar ikki eina slíka støðu. Minst til at tað er tín loysn at reagera sum tú gert og tak so ábyrgdina.

Vit ynskja at læra børnini hvussu ein tekur fyrilit til onnur, bæði við sjálv at verða ein fyrimynd og við at læra børnini at hava umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum. Størri virðing eitt barn fær fyri sær sum persón, tess meiri virðing vísir tað øðrum.

Okkara samskifti við børnini má verða ja-ligt, vinarligt, fyrikomandi og eggjandi.

Stuðla børnunum í at mennast til at gerast sjálvstøðug og ábyrgdarfull

Eitt barn ið fær ábyrgd eftir førleika, lærir at takað ábyrgd. Eitt barn ið lærir/sleppur at takað ábyrgd verður sjálvstøðugt. Ábyrgdin má verða í samsvar við hvørjum aldri barni er í.

Tað er gott og mennandi fyri barni at tað verður eggja til at klára ymiskt sjálvt. At vit hugsa um at børnini kanska sjálvi klára at latað seg í/úr, klára reinførið og kunnu hjálpa til við ymiskum.

At takað ábyrgd er ikki bara praktisk. Barni má eisini læra at takað ábyrgd fyri sær sjálvum og øðrum.

Eitt barn ið verður róst fyri at verða ábyrgdarfult verður viðurkent í tí tað ger, t.d. eitt barn kemur at siga frá at eitt annað barn grætur o.s.v. at vit tá minnast til at siga at vit eru glað fyri at tað hugsar um hini børnini. Vit mugu stuðla børnunum at verða hjálpsom og vinarlig.

Við at spyrja eitt barn, ið spyr um ymisk viðurskifti, hvat tað heldur sjálvt, kunnu vit læra barni at gera sínar egnu hugsanir og finna egnar loysnir.

Barnahúsið Imba