Um barnahúsið Imba
Opið er gerandisdagar frá 7.30 til 16.30
Imba liggur í náttúrøkið, beint við haga, fjøru og fótbóltsvøll
Tað eru sera góðar umstøður inni á stovninum, Eindirnar, ið eru 4 í tali eru stórar og ljósar, við einum stórum bólkarúmið, køki, hurð út í garðin og tveimum smærri bólkarúmum.
Eisini er ein deilig gongd við garderopum, goymslurúmi, og vesi við skiftiborði.
Eisini er vátrúm við ves á veg út í garðin á hvørjari stovu.
Stovnurin hevur eitt stórt felagsrúm, samrøðurúm, vognarúm, vaskirúm, gesta vesi, vesi til rørslutarnaði og starvsfólkarúm.
Garðurin er væl útgjørdur við góðum asfalt áløgdum túni, so børnini fáa súkkla, koyrt bil, spælt bólt, krita, og spælt kurvabólt og onnur bóltspøl.
Norðanfyri stovnin hava vit reiggjur, stóran stein, kurvabólt stativ, og fótbóltsmál.
Í vøggustovu garðinum, sunnanfyri stovnin. er goymslurúm til útileikur, skúrur, vognarúm, sandkassi, skreiðibani, reiggir, borð og bonkur.
Omanfyri stovnin er, goymslurúm til útileikir, skúrur, bátsandkassi, borð við bonki, reiggir, skreiðibani, danda, bóltarút stativir, dekk at ganga á, jolla at spæla í, trappur og gøta niðan á okkara stóra grøna økið har ein á gongur ígjøgnum garðin, 2 trampolinir og stórum steini.