Heysttiltøk 2024:
Aftur í ár hava vit havt eitt fantastiskt heystvirksemi í vikunum 41, 42 og 43
Vika 41
Vit fortelja, tosa og uppliva ymiskt, ið hoyrir heystinum til. Tað hava verið nógvar kreativar løtur til ymiskt handaligt í samband við hesa árstíð.
Vika 42
Vit gjørdu rullupilsu og blóðpilsu saman við børnunum. Børnini hjálptu til við at skera leyk stroyða salt og pipar í rullipilsurnar og at koyra tilfar í til blóðpilsu, síðani var koyrt í grítir at kóka. Reyst av blóðpilisu tilfari fór á pannuna til blóðpannukaku til smagsprøva beinan veg.
Vika 43
1. dagur
Vit høvdu eina deiliga løtu úti í okkara velduga haga, har vit leitaðu eftir eplum, bóru oman og vaskaðu.
2. dagur
Børn og vaksin flustu eplir og gularøtir, skóru sundur til skips í ovn, rómaeplir og eplabátar. Ein stór gríta av eplum, ið vóru flust bleiv gjørt til heimagjørt eplamos.
3. dagur
Vit baka og kóka eplir, gera til eplamos. Vit steikja livur og hjørtur og leyk, koyra í grítu og sós verður gjørd í.
Vit steikja blóðpilsu á pannuni.
Vit steikja kjøtfrikadellir í ovninum.
Vit gera stóra salin kláran, borreiða, síðani eta vit øll saman, men fyrst verður sungi.
Takk fyri ávøkst ...............
Í viku 44 hava vit rørsludagar inni og úti
Heysttiltak 2023:
Tosa verður um ymiskt, ið hoyrir heystinum til:
Tosa vit um seyð, onkur hevur verði trillitúr og givið seyðinum breyð. Ætlanin er at vitja onkra rætt.
Dag 1: Vit høvdu eina hugnaligir løtu, tá vit leitaðu eftir eplum og gularótum og vaskaðu tey.
Síðani flustu vit eplini og gularøturnar, skóru, sundir til eplamos og eplabátar, rómaeplir, gularøtur til at kóka og gularótastavir.
Dag 2: Vit hava eina máltíð, har vit eta tey tilgjørdu eplini og gularøturnar saman við búff og burgara.
Nú tosa vit um seyð, onkur hevur verði trillitúr og givið seyðinum breyð. Ætlanin er at vitja onkra rætt.
Børnini tekna og klippa myndir av seyði, eisini er onkur sangur, ið leiðir tankarnar til seyð og heystið.
Heystvirksemi í Imba oktober 2024.pdf
Rørsludagar
Heystvirksemi í Imba 2024, ymiskt um sey og av seyði
Heystvirksemi í Imba: Epladagar