Skúlabólkurin

Í Imba hava vit skúlabólk fyri børn, ið fara í skúla komandi summar.

Í ár hava vit skúlabólk hósdagar, frá kl: 10:00 - 12:30. Skúlabólkurin byrjar 01.10.2026, og heldur fram til síðst í maj mánaða.

 

Hvat gera vit í skúlabólkinum

Vit leggja dent á at tað skal vera stuttligt og hugnaligt at vera í skúlabólk. Ein ætlan er løgd fyri alt skúlabólkavirksemi frá

oktober - maj mánaða 2027. Við ymiskum planløgdum og skipaðum virksemi, menna vit málførleikan, talførleikan,

sjálvbjargni, mentan og virðir, sosialir førleikar.

 

Í skúlabólkinum leggja vit dent á at barnið mennir førleikar sum:

At móttaka felagsboð, sita still og hugsavna seg, at hava virðing fyri hvør øðrum, peika upp tá vit vilja siga okkurt, at hjálpa

hvør øðrum, at bíða eftir túri, halda blýantinum rætt og skriva sítt navn og at granska og forvitnast.

Tað skal vera stuttligt at vera saman.