Foreldraráðið

Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan í Føroyum (tó ikki sjálvsognarstovnar) skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Endamálið við foreldraráðnum er stostatt at arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið millum heim, stovn og kommunu.

Í foreldraráðnum skuliu vera 3-5 limir, sum vera valdir fyri tvey ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur, og ráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava barn ella børn á stovninum, sum velja umboð til foreldraráðið.