Barnahúsið Imba er ein partur av Betri Vinir átakinum, sum er ein námsfrøðiligur arbeiðsháttur at fyribyrgja happing á dagstovnum.
Við at arbeiða við Betri Vinir stuðla vit børnunum í at knýta góð vinarbond, læra at loysa ósemjur, virða og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og við hesum fyribyrgja vit happing.