Eitt sindur um upprunan til navni Imba
Imba var ein megnar kvinna. Hon búði í Múla og livdi um ár 1600. Eftir hana er Imbjamørk í Múla nevnd. Á fjalli hevði Imba ódnina Imbjarók, sum eitur eftir henni. Imbjarók gongur runt Borðoynna og er ein av ovastu rókunum.
Imba hevði tveir beiggjar Jógvan og Andras. Andras er kendur fyri at hava framúr gávur at reka seyð og gera rættir. Andras í Múla skal hava gjørt fleiri av teimum bestu rættunum í Norðuroyggjum.
(Heimild: Jústinus S. Poulsen og J. Símun Hansen)