Foreldraviðtalir

Foreldraviðtalir eru eina ferð um árið, um heystið.

Tá vera foreldur ella avvarandi boðin til eina persónliga viðtalu, saman við starvsfólkum á stovuni har barnið gongur.

Tit fáa boð um hetta tá tíðin er til tess.

Hava tit fleiri børn á stovninum, royna vit eftir besta førimuni at leggja viðtalurnar beint eftir hvør aðra.