Námsfrøðilig stevnumið
Námsfrøðiligu stevnumiðini taka støði í endamálsgreinini í Løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. Hetta eru fyrstu stevnumið av sínum slag fyri dagstovnar í Føroyum. Stevnumiðini stinga virðisgrundarlagið út í kortið, sum dagstovnarnir skulu byggja sítt virksemi á, og skulu verða grundarlagið undir ársætlanunum hjá dagstovnunum. Harumframt eru stevnumiðini vegleiðandi fyri dagrøktarskipanir.
Stevnumiðini leggja dent á dagstovnin sum ein pedagogiskan stovn, sum fyrst av øllum er til fyri børnini, so tey fáa góðar møguleikar at menna og menta seg.
Endamálið við námsfrøðiligu stevnumiðunum er at geva leiðarum, námsfrøðingum og øðrum starvsfólkum eina námsfrøðiliga stevnu at miðað arbeiðið eftir. Stevnumiðini taka støði í teimum serligu førleikunum, sum námsfrøðingar hava ognað sær gjøgnum sína útbúgving, og eru ein eggjan til umhugsan um pedagogiska virksemið.
Støðið í stevnumiðunum er ein barnaáskoðan, sum alheimssamfelagið við Barnarættindasáttmálanum hjá ST á odda, hevur tikið til sín. Tað er ein mynd av einum barni við nógvum førleikum, sum skal hava møguleikar at hava ávirkan á egið lív. Hendan barnaáskoðan setur krøv til pedagogisku uppgávuna og pedagogiska innihaldið á dagstovnunum. Hon er ein neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í myndanini av egnum lívi, og at tey kunnu gerast virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag.
Í stevnumiðunum er greitt frá samfelagsuppgávuni hjá dagstovnunum. Innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir. Børnini skulu fáa avbjóðingar og verða stuðlað í fjølbroyttu menningini og læruni. Í stevnumiðunum eru menningar- og læruøki nevnd. Dagstovnarnir skulu í eini ársætlan staðfesta, hvussu teir ætla at arbeiða komandi árið, og ársætlanin skal byggja á eina eftirmeting av pedagogiska arbeiðinum. Í stevnumiðunum verður eisini komið inn á samstarv við heimini, og um yvirgongdina frá barnagarði til skúla og frítíðarskúla.
Námsfrøðilig stevnumiðhttps://lms.cdn.fo/media/8504/108065-na-msfr%C3%B8%C3%B0ilig-stevnumi%C3%B0-fyri-dagstovnar.pdf?s=y7qAPA4-mhMneWbH9Rg4f62BB6A