Hvannasunds kommuna søkir eftir varaleiðara til Barnahúsið Imba.
Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum? So er hetta starvið júst fyri teg!
Vit sóknast eftir einum varaleiðara til Barnahúsið Imba frá 01. november 2025 (ella eftir avtalu).
Vit leita eftir tær, sum:
- ert útbúgvin námsfrøðingur og brennir fyri kjarnuuppgávuni
- hevur dirvi, evni og áhuga at taka ábyrgd, loysa leiðsluuppgávur og menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
- kanst skapa eitt trygt, fjølbroytt og mennandi umhvørvi fyri børnini og starvsfólk
- ert sjálvstøðug/-ur, álítandi og hevur gott yvirlit
- sært møguleikar heldur enn forðingar
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og dugir at byggja brýr millum børn, foreldur og starvsfelagar
- gongur undan og trívist við at seta verkætlanir og nýggj hugskot í verk
Leiðsluuppgávurnar fevna m.a. um:
- at luttaka í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av stovninum
- at stuðla og ráðgeva starvsfólkunum í dagliga arbeiðinum
- at tryggja gott samstarv og samskifti bæði innanhýsis og uttanhýsis
- at vera ein sparringspartnari hjá stovnsleiðaranum og at taka á teg uppgávur eftir fyriskipan stovnsleiðarans
Vit bjóða tær:
- eitt starv við ábyrgd og møguleikum at seta dám á menningina av einum fjølbroyttum stovni
- eitt samstarvsfúsan og sterkan starvsfólkabólk
- møguleika at menna teg fakliga og leiðsluliga
- arbeiðstíð á 35 tímar um vikuna – 27 tímar tímar sum námsfrøðingur á barnagarðsstovu og 8 tímar til varaleiðarauppgávur
Setanarviðurskifti
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Hvannasunds Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingrið Fuglø, stovnsleiðara, á telefon 735891 ella á telduposti barn@hvannasund.fo
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til barn@hvannasund.fo og cc: hvannasund@hvannasund.fo í seinasta lagi 10. oktober 2025
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógv ella
skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.