Viðtøkur fyri foreldraráðið

1. Endamál

Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðara og dagrøktina, vøggustovuna, barnagarðin, frítíðarskúlan ella ungdómshúsið og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið í millum heim, foreldur, stovnar og kommunu.
Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

2. Heiti

Foreldraráðið fyri Barnahúsið IMBA í Hvannasunds kommunu.

3. Foreldraráðslimir

Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn í stovninum.

4. Atkvøðurættur

Foreldur ella avvarðandi hava eina atkvøðu hvør.

5. Ráðið

Foreldraráðið er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av.  Ávikavist vera tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávikavist vera ein og tveir limir valdir í ólíkatals ári. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarðandi.  Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval.

Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sæti í ráðnum.

Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskriva av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

6. Fundir

Foreldraráðið kemur saman minst einaferð um ársfjórðingin og áleggur tá formanninum at kalla ráðið saman.

Leiðarin er við á fundunum men hevur ikki atkvøðurætt.


7. Foreldrafundur

Foreldrafundur verður hildin á heysti einaferð um árið við hesi dagsskrá:

  1. Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
  2. Frásøgn frá foreldraráðnum
  3. Val av limum og varalimum til foreldraráðið
  4. Viðger av innkomnum málim
  5. Ymiskt

Uppskot, sum skulu viðgerðast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.

Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboða.

Foreldrafundurin verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

8. Samráðingar

Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.

9. Ábyrgd limanna

Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limurin er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttar um tagnarskyldu.

 

Viðtøkurnar eru góðkendar á bygdaráðsfundi 2012
Vegna Hvannasunds kommunu
Katrin Næs, Borgarstjóri