Reglugerð

Matpakkar

85% av matpakkanum eigur at vera góður kostur. Dømi: Rugbreyð við viðskera, viðskerin til rugbreyði kann eisini vera sjokoláta viðskeri, ella smyrjiðsjokoláta, døgurða restir og grønmeti. Barni kann hava okkurt lekkurt í matpakkanum, men eigur tað bert at fylla 15%.

Saft

ikki er loyvt at hava saft, sodavatn, juice ella sunkist við á stovnin. Vit fáa vatn og mjólk + temunn at drekka hvønn dag + onkuntíð saft

Góðgæti

barni eigur ikki at hava góðgæti og tyggigummi við á stovnin. Til føðingardagar gera vit undantak, tá kunnu børnini bjóða eitthvørt.

Morgunsangur

Vit hava morgunsang kl. 09.40, tá singja vit 2 til 4 sunnudagsskúla sangir og biðja faðirvár

Leikur

Ongar leikur við í Imba heimanífrá, í Imba eru nokk av leikum til øll børn at spæla við. Hetta er so, fyri at øll børn eru líka stillaði við leikum tá tey eru í Barnahúsinum Imba.

Súkklur

Súkklur, ið børnini eiga kunnu ikki koma inn í garðin.

Síggjast í Imba