Í gjár 26.09.2024 vóru 16 børn, ið ganga í Imba og eru fødd í 2018 og 2019 við bussi í Klaksvík til niðafyri lýsta tiltak.
Til allar dagstovnar Í samband við UEFA Grassrootsvikuna, skipar FSF fyri rørslutiltøkum kring landið, eins og undanfarin ár. Tiltøkini eru ætlað børnum, sum eru fødd í 2018 og 2019. Tiltakið hevur heitið: "Bóltur og spæl" og inniheldur ymisk rørsluspøl - bæði við og uttan bólt - sum hóska til henda aldursbólkin. Tiltakið verður skipað soleiðis, at børnini fara ígjøgnum fleiri statiónir, og eitt ella tvey hjálparfólk eru við hvønn aktivitet og greiða frá og seta í gongd. Børnini verður býtt í bólkar, sum oftast stovuvís. Tey vaksnu, sum koma við børnunum, fylgja við børnunum runt, so hvørt sum tey skifta aktivitet. Endamálið er, børnini sleppa at røra seg, fáa pulsin upp og hava tað stuttligt. Hvør stovnur fær nakrar bóltar við heimaftur. Øll luttakandi fáa okkurt drekkandi og frukt aftaná.