Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

08. apr 2022

 

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða:

·        Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku í barnagarðsstovuni Fossdalur, at byrja 01. mai 2022, sí starvsstaður.

·        Eitt námsfrøðiligt starv á 25 tíma viku, í frítíðarskúlanum Breytadalur, at byrja 15. august 2022, sí starvsstaður. Starvstíðin her er frá 11.15 og út á seinnapartin.

Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk verða sett í  starv. Tó verður søkt eftir námsfrøðingi á hvørjum ári til størvini.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

·        Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum.

·        Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

·        Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

·        Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

·        Sær møguleikar fram um forðingar

Vit kunnu bjóða:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. apríl 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891
 

 

Seinastu tíðindi

Barnahúsið Imba søkir eftir starvs­fólki, seinasta freist at søkja er týsdagin 21. juni kl. 12.00
02. jun 2022
Í morgin 01. juni 2022, Summarland fyri børnunum, sum ganga í Imba
31. mai 2022
Garðdagu­rin 2022
31. mai 2022
Í morgin 01. juni 2022, Summarland fyri børnunum, sum ganga í Imba
31. mai 2022
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki
08. apr 2022
Barnahúsið Imba 10 ár Ament tiltak í Imba mikudagin 30. mars kl. 15.30 til 18.00
18. mar 2022
FELAGS FORELDRAFUNDUR ER Í IMBA 14.02.2022 KL. 18.30.
07. feb 2022
Umsókn til dagstovnin, eiga at vera send inn 2 mðr. áðrenn barnið ynskist at byrja á stovninum
24. jan 2022
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba, umsóknarfreist 26.01.2022, klokkan 12:00
15. jan 2022
Góðu tit øll: Gleðilig Jól og gott nýggjár, takk fyri farna árið.
25. des 2021