Frítíðarskúlin í Imba

Vit hava opið soleiðis

Mánadag frá kl. 11:20 – 16:30

Týsdag frá Kl. 12:35 – 16:30 

Mikudag frá kl. 11:20 – 16:30

Hósdag frá kl. 11:20 – 16:30

Fríggjadag frá kl. 11:20 – 16:30

Frítíðarskúlin hevur opið frá klokkan 7.45 til klokkan 14.00, frá og við 21. juni 2023 til og við 14. juli 2023

Frítíðarskúlin er í summarferiu frá 17. juli 2023 til 15. august 2023, allir nevndu dagar taldir við.

Vit hava allar aðrar frídagar, sum lagda frítíðin hjá skúlanum.

Spæli og læristøð

Inni

  • Spæla bilar á bilteppi
  • Spæla barbidukkur
  • Spæla plaimo
  • Spæla mammubør, pápabørn, familjubørn
  • Spæla borðspøl, vildkatten, kort, jatzy og onnur spøl
  • Byggja lego og spæla við lego
  • Byggja ++ og spæla við ++
  • Spæla frisør
  • Spæla handil
  • Spæla sjónleik
  • Spæla og eftirlíkna ymisk aktion spøl, tekniseriur ella at dreingirnir eru onkur maður úr gerandislívinum.
  • Klæða seg út í vilurteppir og onnur teppir
  • Spæla bólt í gongini
  • Løpihjula

 

Úti

  • Súkkla
  • Koyra ymiskar bilar
  • Klintra
  • Skreiða
  • Reiggja
  • Spæla  fótbólt
  • Spæla kurvabólt
  • Krita
  • Renna
  • Hugna sær, byggja hyttir av teppum
  • Spæla í sandkassanum
  • Onkuntíð túr

 

Ítriv

  • Perla
  • Seyma
  • Smíða
  • Mála
  • Tekna
  • Klippa og líma
  • Borðspøl
  • Hoyra søgu
  • Syngja
  • Dansa
  • Gera fimleik
  • Gera ymiskar rørslur

Ítriv í sambandi við árstíðir

  • november/desember jólapynt
  • januar/februar ymiskt til føstulávint, til at heingja í vindeyguni, maskur og okkurt uppá høvdið
  • februar/mars tjøldur, egg og páskapynt
  • apríl/mai hvítusunna og summarpynt
  • juni/juli/august  summarveður nógv hugnaligt útivirksemi
  • september/oktober okkurt við heysti at gera