Skúlabólkurin

Skúlabólkurin í IMBA er fyri børn, ið fara í skúla komandi summar. Í ár hava vit valt at hava skúlabólk týsdag og mikudag, frá kl 10.00 til 12.10. Vit byrja 31.08.2021. Skúlabólkurin hoyrir til barnagarðsstovuna Fossdalur alt skúlaárið, eisini seinnapartar.

Skúlabólkurin er í felagsrúminum, ið eitur Húsadalur.

Hvat gera vit í skúlabólkinum

Vit eru saman sum ein bólkur av børnum, sum eru javngomul, har vit tosa og syngja saman, spæla spøl, ið eisini eru við til at uppbyggja málførleikan og talførleikan, tann sosiala førleikan og tað kreativa.

Vit ynskja at tað skal vera hugnaligt og eitt sindur øðrvísi enn í barnagarðinum.

Vit leggja dent á: at tað er stuttligt: at práta og lurta — at lesa og skriva

Vit leggja dent á: Samveru, spæl, gleði, fatan, og virkni

Námsfrøðiligt innihald í forskúlanum

  • Málmenning
  • Talfatan
  • Almenn vitan
  • Sosial menning
  • Kropslig menning
  • Kreativitetur
  • Tónleikur og rørsla