Um barnahúsið Imba

Imba liggur í náttúrøkið, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Tað eru sera góðar umstøður inni á stovninum, Eindirnar, ið eru 4 í tali eru stórar og ljósar, við einum stórum bólkarúmið,  te køk, hurð út í garðin og tveimum smærri bólkarúmum, har eitt verður brúkt til verkstað.
Eisini er deilig gongd við garderopum, goymslurúmi, og wc við skiftiborði. Eisini er vátrúm við wc, á veg út í garðin.

Stovnurin hevur eitt stórt felagsrúm, samtalurúm, vognarúm, vaskirím, gesta wc, og starvsfólkarúm.

Garðurin er væl útgjørdur við góðum asfalt áløgdum túni, so børnini fáa súkkla, koyrt bil, spælt bólt, krita paradís og onnur kritspøl og spælt kurvabólt og onnur bóltspøl.

Norðanfyri stovnin hava vit reiggjur, stóran stein, kurvabólt stativ, og fótbóltsmál.

Sunnanfyri stovnin er goymslurúm til útileikur, sandkassi, skreiðibani, reiggir, borð og bonkur.

Omanfyri stovnin er, goymslurúm til útileikir, bátsandkassi, borð við bonki, reiggir, skreiðibani, danda, bóltarút stativir, dekk at ganga á, jolla at spæla í, trappur og gøta niðan á okkara grøna økið við lítlari á og mold, eplaveltu, mótbrekku og stórum steini.

Niðanfyri stovnin kunnu vit eisini krita, byggja hyttur, við teppum, sita við úti borði og spæla bólt.

Eitt sindur um upprunan til navni IMBA 

Imba var ein megnar kvinna. Hon búði í Múla og livdi um ár 1600. Eftir hana er Imbjamørk í Múla nevnd. Á fjalli hevði Imba ódnina Imbjarók, sum eitur eftir henni. Imbjarók gongur runt Borðoynna og er ein av ovastu rókunum.
Imba hevði tveir beiggjar Jógvan og Andras. Andras er kendur fyri at hava framúr gávur at reka seyð og gera rættir. Andras í Múla skal hava gjørt fleiri av teimum bestu rættunum í Norðuroyggjum.

(Heimild: Jústinus S. Poulsen og J. Símun Hansen)