Dagstovnur og frítíðarskúli 


Tú kann søkja um pláss á vøggustovu, í barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.

Fyri at fáa pláss, skal annað foreldrið og barnið vera búsitandi í Hvannasunds kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til kommununa, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.

Heitt verður á teg um at søkja um pláss í góðari tíð.

Send umsókn á Vanganum

Umsóknarblað til dagstovnin

Umsókn til dagstovnin, eiga at vera send inn 2 mðr. áðrenn barnið ynskist at byrja á stovninum.