Barnasjúkur

Nær kann barnið vera á stovninum?

Høvuðsreglan er, at sjúk børn kunnu ikki vera á stovninum.
Børn sum hava smittandi sjúkur, kunnu ikki koma á stovnin fyrr enn smittuvandin er av.
Tað vil siga, barnið skal vera frískt og kunna vera við, í øllum vanligum virksemi, uttan at hava tørv á serligari ansing.

Skáldkoppar

Skáldkoppar er ein ógvuliga smittandi barnasjúka, sum ein bert fær einaferð í lívinum. Skáldkoppar vísa seg við, at barnið fær fepur og útbrot við blørum, sum seinni torna til skorpur.
Tilgerðartíðin er 2 til 3 vikur. Smittuvandi er frá 3 døgum undan, at barnið er útbrotið til 5 dagar eftir, at útbrotið er komið, ella til eingin nýggj bløra er komin í 2 dagar og til blørurnar eru tornaðar.

Skrubb

Skrubb er ein húðsjúka, sum kemur av skrubbmottuni, sum grevur gongdir í húðina og síðani leggur egg. Skrubbmottugongdirnar kunna vera upp til umleið 10 mm langar. Her gerast eggini til larvur, og larvurnar fara úr gongdini og grava seg niður við síðunar av einum hársekki ella innast í einum húðarfaldi. Larvurnar gerast síðan fullbúnar. Hendan ringrás tekur á leið 2-3 vikur.

Gongdirnar eru oftast millum fingrarnar, um hondliðini, í húðini kring nalvan og á kynsgøgnunum.

Smittuvandin heldur skjótt uppat, tá tú ert settur í viðgerð. Børn kunnu tískil fara á dagstovn dagin eftir, at viðgerðin er framd.

 

 

https://www.gigni.fo/smaborn/um-smaborn-0-2-ar/sjukur-og-sjukueydkenni/