Barnagarðsstovan Fossdalur

Í barnagarðsstovuni Fossdalur er lív í, her ganga 12 fitt børn frá 4 ár til 7 ár:

Vit spæla inni, ymisk rolluspøl, perla, mála, byggja lego, byggja pluss pluss, leggja puslispæl, spæla borðspøl, lesa søgu, syngja, tekna, klippa, lurta eftir fløgu, renna og spæla í gongini, spæla úti í garðinum,  ganga túr, og ymiskt annað, ið ikki er nevnt her, vit eru eisini í høllini næstan hvønn mánadag.

Ein vanligur dagur

Vit byrja kl 07.30. Til kl 09.00 eru vit saman við miðrúminum. Morgunmatur er at fáa millum kl 7.45 og 8.30.

Í upplatingarstovuni eta vit morgunmat og spæla ymiskt. Uml. kl 9.40 hava vit morgunsamling, har vit syngja 2 sunnudagsskúlasangir og biðja faðir vár.

kl 10.00 byrjar virksemi í barnagarðinum.
Er veður, fara vit út í garðin at spæla. Har kunnu tey súkla, reiggja, rita og ranka, spæla við vatn, runu og sand. Spæla uppi í bønum, klintra á steinum, spæla úti køk og nógv annað.

Onkuntíð fara vit túrar fyrrapart.
Aðrar dagar eru vit inni og spæla.
Vit tekna, mála við farvulatu, klippa og líma, perla, modelsevoks, spæla borðspøl, putlispøl, rolluspøl, lego, bilar, dukkur, plus plus og nógv annað.

Í barnagarðinum sleppa børnini at menna teirra kreativu evnir.
Farvir, papír, perlir, borðspøl, og annað handaligt stendur altíð frammi til børnini. Ein fyrrapart um vikuna eru vit í fimleikarhøllini í skúlanum.

Kl 11.30 vaska vit hendur og hava samling. Tá samlast vit mitt á teppinum og tosa og syngja ymiskt. Eisini lesa vit søgu. Oftast hevur evnið í samlingini samband við okkara menningarætlan. Vit spæla eisini onkur spøl.
Aftana eta vit matpakka. Børnini og tey vaksnu eru uppdeild yvir 3 borð. Børnini sita ikki eftir aldri, men eru blandaði. Meðan vit eta, hugna vit okkum við okkara borð og práta um ymiskt.

Seinnapartin spæla vit bæði inni og úti og fara eisini onkran túr. Tað er skjótt at ganga omnan í fjørðuna eftir gøtuni, ella niðan á Múlavegin og niðan í hagan. Onkuntíð fara vit heim í bygdirnar.

Umleið kl 14.30 eta vit millummála.
Til millummála hava vit frukt, knekkbreyð, skrúðir, havraklattir, kornflakes og jogurt. Onkuntíð baka vit bollar ella skuffukaku.

Til føðingardagar er man vælkomin at hava okkurt við. Tað kann verða kaka, okkurt heitt, smáair bomm/frugt posar ella okkurt heilt annað.

Seinnapartin lesa vit ofta søgu. Tá eru børnini ofta móð og dáma væl at man situr hjá teimum og lesir.

Kl. 15.50-55 fara vit í lukkistovu. Onkuntíð er barnagarðstovan lukkistova og onkuntíð vøggustovan. Kl 16.30 fara vit heim.

Takk fyri í dag.