Barnagarðsstovan Breytadalur

Í Breytadali ganga 12 fitt smá børn, sum eru 3 og 4 ár

Vit spæla inni, spæla við køk, dukkur, dukkuvognar, djór, bilar, klossar, koyra skutara, perla við stórum og smáum perlum, mála, byggja stór lego, leggja puslispæl, lesa søgu, syngja, tekna, klippa, lurta eftir fløgu og dansa, renna og spæla, spæla úti í garðinum,  ganga túr, og ymiskt annað, ið ikki er nevnt her. Vit eru eisini í høllini næstan hvønn mikudag.

Vælkomin í barnagarðsstovuna Breytadalur.
Vit byrja kl 07.30

Til kl 8.30 ella 9 eru vit felags í miðrúminum. Morgunmatur er at fáa millum kl 7.45 og kl 8.30

Í opnistovuni eta vit morgunmat og spæla ymiskt. Uml. kl 8.30 ella 9 fara vit á okkara stovu.

Tá byrjar virksemi so spakuliga. Klokkan áleið 9.40 hava vit morgunsamling, vit syngja 2 sunnudagsskúlasangir og biðja faðir vár.

Onkran fríggjadag hava vit felagssamling í miðrúminum kl 10.00

 

Kl 10.00 eru flestu børn og starvsfólk komin og byrjar alt virksemi tá í Breytadali.

Er veður, fara vit út í garðin at spæla. Har kunnu tey súkla, reiggja, rita og ranka, spæla við vatn, runu og sand. Spæla uppi í bønum, klintra á steinum, sparka fótbólt, spæla úti køk og nógv annað. Onkuntíð fara vit túrar.

Vit hava nógvar útileikur. Súklur, spannir og spakar. Bóltar, hoppubond, krit, vatnrevolvarar og sápublørður.

Aðrar dagar eru vit inni og spæla. Vit tekna, mála við farvulatu, klippa og líma, perla, modelsevoks, spæla borðspøl, putlispøl, rolluspøl, lego, bilar, djór, dukkur, plus plus, playmo og nógv annað.                                      

Í barnagarðsstovuni Breytadalur sleppa børnini at menna teirra kreativu evnir. Farvir, papír, perlir, borðspøl og annað handaligt er altíð tøkt til  børnini.  

Vit hava nógvar innileikur, sum altíð er frammi. Aðrar leikur eru goymdar vekk og taka vit tað fram viðhvørt.

Mikudag fyrrapart kl 10.00 til 11.00 eru vit í fimleikarhøllini í skúlanum.

Vit eta matpakka áleið klokkan 11.30. Børnini og tey vaksnu eru uppdeild yvir 3 borð. Børnini sita eftir aldri. Meðan vit eta, hugna vit okkum við okkara borð og práta um ymiskt.

Matpakkar sí skriv.

Seinnapartin spæla vit bæði inni og úti og fara eisini onkran túr. Tað er skjótt at ganga oman í fjørðuna eftir gøtuni, ella niðan á Múlavegin og niðan í hagan. Onkuntíð fara vit heim í bygdirnar.

Umleið kl 14.15 eta vit millummála.

Til millummála hava vit frugt, knekkbreyð, skrúður, havraklattir, kornflakes og jogurt. Onkuntíð baka vit bollar ella skuffukaku.

Til føðingardagar eru tit vælkomin at hava okkurt við. Tað kann verða kaka, okkurt heitt, smáair bomm/frugt posar ella okkurt heilt annað.

Tann fyrsta tíðin barnið byrjar á dagstovn, kenna tey seg ofta troytt út á seinnapartin. Tá kunnu tey gott fáa ein blund á sofuni um tørvur er á tí.

Um barni ikki kemur í Breytadal, send eitt sms til 735890

Um barni kemur seinni enn klokkan 10.00 í Breytadal, send eitt sms til 735890

Vælkomin í Breytadal