Barnaormur, sí kunning frá apotek.

01. sep 2023

Hvussu smittar barnaormur, her er eitt brot frá apotek.fo

Barnaormur smittar frá einum fólki til annað. Eggini kunnu yvirliva í dusti og í øðrum líknandi í fleiri vikur. Tá ið barnið skriðar sær, fær tað egg á fingrarnar ella undir neglirnar og koyrir tey síðan í munnin. Á tann hátt smittar barnið seg sjálvt og heldur lív í ormafongdini. Smittan kemur serliga frá hondum, leikum, vesibrettum osfr.

Børn á dagstovni smitta lættliga hvørt annað. Fær ein í húsinum barnaorm, breiðir tað seg ofta til hini í húsinum. Harumframt kunnu børn smitta seg sjálvi, tí viðgerðin drepur ikki eggini, men bara tann vaksna ormin. Tí er umráðandi at taka viðgerðina uppaftur. Tá ið tað kann tykjast so torført at sleppa av við barnaorm, er tað ikki, tí at heilivágurin, sum finst, er vánaligur, men tí at fólk beinanvegin verða smittað aftur. Tað hendir sjálvandi oftast, har ið reingerðin innanhýsis svíkur.

Kunning um barnaorm og viðgerð  er at lesa í leinkini niðanfyri.
Børneorm - Patienthåndbogen på sundhed.dk.pdf

apotek.fo_heilsa_goð-rað_boern_barnaormur.html

Seinastu tíðindi

Nýtt starv at søkja í Imba
12. feb 2025
Barnahúsið Imba er stongt vegna jólaferiu, frá og við 23.12.2024 til og við 01.01.2025
22. des 2024
Jóla­haldið í Imba 9.desember 2024
06. des 2024
Heyst­virksemi
07. okt 2024
Í gjár 26.09.2024 vóru 16 børn, ið ganga í Imba og eru fødd í 2018 og 2019 við bussi í Klaksvík til niðafyri lýsta tiltak.
27. sep 2024
Góðan ráðleggingardag í góðveðri­num 18.09.2024
23. sep 2024
Góðan garðdag við familjuhugna í Imba í góðveðri­num í gjár :)
06. sep 2024
Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum undir skúlaaldur!
27. aug 2024
Summar­ferian 2024: frá 15.07.2024 til vit lata uppaftur 12.08.2024, kl. 7.30
12. jul 2024
Starv at søkna í Imba
08. jul 2024