Barnahúsið Imba søkir eftir starvsfólki, seinasta freist at søkja er týsdagin 21. juni kl. 12.00

02. jun 2022

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Størvini eru:

• Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku í vøggustovuni Lítlidalur, at byrja 08. Augus 2022, sí starvsstaður.

• Eitt námsfrøðiligt starv á 34 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 08. august 2022, sí starvsstaður.

• Eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 08. august 2022, sí starvsstaður.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett. Tó verður søkt eftir námsfrøðingi á hvørjum ári til størvini.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag við børnunum.

• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

• Sær møguleikar fram um forðingar

Fysisku karmarnir vit hava:

Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA

Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. juni 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.

Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - freist at søkja 23.03.26 kl. 12:00
11. mar 2026
Vit sláa tunnu í Imba mánadagin 16.02.2026 kl. 10
15. feb 2026
Betrivinir
15. feb 2026
Virðir í Imba
23. jan 2026
Virðisgrund­arlagið í Imba
01. jan 2026
Jólahald fyri foreldur og systkin er í Imba mikudag 03.12.2025
04. nov 2025
Vika 41 2025 í Imba - Heyst tiltøk hesa vikuna.
06. okt 2025
Takk fyri ein sera væl uppmøttan og góðan familju garðdag í góðveðri­num í dag.
03. sep 2025
Garðdagur, familjudagur mikudagin. 03. september 2025 Klokkan 15.30 til 18.30
03. sep 2025
Garðdagur, familjudagur mikudagin. 03. september 2025 Klokkan 15.30 til 18.30
03. sep 2025