Starvsfólk til Barnahúsið Imba, umsóknarfreist 26.01.2022, klokkan 12:00

15. jan 2022

Námsfrøðing til Imba, men um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk setast tíðaravmarkað.

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða eitt námsfrøðiligt starv á 35 tíma viku í vøggustovuni Áardalur, at byrja 01. februar 2022, sí starvsstaður.
Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv fram til 01. februar 2023.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

·        Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum.

·        Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.

·        Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

·        Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.

·        Sær møguleikar fram um forðingar

Vit kunnu bjóða:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA
Tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. januar 2022, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891
 

 

 

Seinastu tíðindi

Summar­ferian í Barna­húsi­num Imba: er í viku 29, 30, 31, 32
18. apr 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba umsóknarfreist mikudag 27.03.2024, kl. 12
13. mar 2024
Barnahúsið Imba arbeiðir við betri vinir.
03. mar 2024
Imba er stongt vegna ringar veðurforsøg­nir 31.01.2024.
31. jan 2024
Gleðilig Jól
22. des 2023
Slepp av við lús!
08. des 2023
Broyting felagsforeldrafundur í Imba
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023
Ráðleggingardagur
08. nov 2023