Starvslýsing

07. okt 2021

Barnahúsið Imba søkir eftir pedagogum, 
umsóknarfreist er 21. okt 2021 kl. 12:00
 

Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólkið:

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í: vøggustovu, barnagarði, skúlabólk og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða eitt pedagogstarv á 34 tíma viku, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 01. januar 2022, sí starvsstaður.
Vit kunnu bjóða eitt starv á 20 tíma viku, seinnapart, í vøggustovuni Áardalur, at byrja 08. november 2021, sí starvsstaður.
Vit kunnu bjóða eitt pedagogstarv á 35 tíma viku, í barnagarðsstovuni Fossdali, at byrja 17. november 2021, sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum  og starvsfeløgum

er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum
 
er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi  og nærløgd

sær møguleikar fram um forðingar 

vil arbeiða eftir okkara virisgrundarlag og námsfrøðiliga endamáli og virkisætlan

Vit kunnu bjóða:
ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi
ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA,
tann, ið settur verður, skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og leiðslan hevur  tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. oktober 2021, kl. 12:00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran, tlf. 735891
 

Umsóknin skal sendast til:  t-post: barn@hvannasund.fo

 

Seinastu tíðindi

Summar­ferian í Barna­húsi­num Imba er í viku 29, 30, 31, 32
18. apr 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba umsóknarfreist mikudag 27.03.2024, kl. 12
13. mar 2024
Barnahúsið Imba arbeiðir við betri vinir.
03. mar 2024
Imba er stongt vegna ringar veðurforsøg­nir 31.01.2024.
31. jan 2024
Gleðilig Jól
22. des 2023
Slepp av við lús!
08. des 2023
Broyting felagsforeldrafundur í Imba
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023
Ráðleggingardagur
08. nov 2023