Skúlabólkur í Imba, er í felagsrúminum, ið eitur Húsadalur

27. mai 2021

Skúlabólkurin í Imba er fyri børn, ið fara í skúla komandi summar. Í ár hava vit valt at hava skúlabólk týsdag og mikudag, frá kl. 10:00 til 12:10. Vit byrja 31.08.2021. Skúlabólkurin hoyrir til barnagarðsstovuna Fossdalur alt skúlaárið, eisini seinnapartarnar.

Hvat gera vit í forskúlanum/skúlabólkinum:

Vit eru saman sum ein bólkur av børnum, sum eru javngomul, har vit: tosa og syngja saman, spæla spøl, ið eisini eru við til at uppbyggja málførleikan og talførleikan, tann sosiala førleikan og tað kreativa.

Vit ynskja at tað skal vera hugnaligt og eitt sindur øðrvísi enn í barnagarðinum.

Vit leggja dent á: at tað er stuttligt: at práta og lurta — at lesa og skriva

Vit leggja dent á: Samveru, spæl, gleði, fatan, og virkni

Námsfrøðiligt innihald í forskúlanum:

· Málmenning

· Talfatan

· Almenn vitan

· Sosial menning

· Kropslig menning

· Kreativitetur

· Tónleikur og rørsla

Vikuætlan skúlaárið 2020/2021

 

  Mánadag Týsdag
bert skúlabólkurin saman
Mikudag
bert skúlabólkurin saman
Hósdag Fríggjadag
9:40 -10:00 morgunmøti, øll ið eru møtt morgunmøti, øll ið eru møtt morgunmøti, øll ið eru møtt morgunmøti, øll ið eru møtt morgunmøti, øll ið eru møtt
10:00 -11:00 Spæl og kreativt Málspøl, málmenning, og skriva bókstavir, talfatan, og skriva tøl Málspøl, málmenning, og skriva bókstavir, talfatan, og skriva tøl Spæl og kreativt Uppgávur kreativt og rørsla
11:00 -11:15   Fríkorter Fríkorter   Fríkorter
11:15 -12:00 Spæl og kreativt Uppgávur, almenn vitan kreativt,lesa søgu Uppgávur, almenn vitan kreativt,lesa søgu Spæl og kreativt Náttúran og kreativt
12:00– 12:30 Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera
12:30-14:30 Frítt spæl og breytir, í frítíðarskúlanum Frítt spæl og breytir,
í frítíðarskúlanum

Frítt spæl og breytir 

í frítíðarskúlanum

Frítt spæl og breytir, í frítíðarskúlanum Frítt spæl og breytir, í frítíðarskúlanum
14:30-15:00 Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát
15:00-17:00 Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti

 

Vit arbeiða eisini við árstíðunum, mentan, heimkunleika, sosialum førleikum, og rørslu

Seinastu tíðindi

Flaggdagin 25. apríl er Barnahúsið Imba altíð stongt
24. apr 2024
Summar­ferian í Barna­húsi­num Imba: er í viku 29, 30, 31, 32
18. apr 2024
Starvs­fólk til Barnahúsið Imba umsóknarfreist mikudag 27.03.2024, kl. 12
13. mar 2024
Barnahúsið Imba arbeiðir við betri vinir.
03. mar 2024
Imba er stongt vegna ringar veðurforsøg­nir 31.01.2024.
31. jan 2024
Gleðilig Jól
22. des 2023
Slepp av við lús!
08. des 2023
Broyting felagsforeldrafundur í Imba
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023
Jólahald
20. nov 2023