Koronaráðgevingin Arbeiðs- og brunaeftirlitið -  Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Vegleiðing til dagstovnar v. m.   - Fyribyrging av koronavirusi - Útgáva 3.0, 10. november 2021

Vit halda fram at vera varin
Virksemið á dagstovnum fer grundleggjandi fram í nærveru og samveru. Hetta samsvarandi dagstovnalógini og námsfrøðiligu stevnumiðunum. Tí er týdningarmikið, at øll sum koma á stovnin - bæði børn og vaksin – eru frísk.

Um koronavirus
Koronavirus gevur infektión í andaleiðina. Sjúkueyðkennini kunnu minna um vanligt milt krím, men tey kunnu eisini gerast meira álvarsom so sum ringur lungnabruni. Koronavirus smittar gjøgnum dropar/sirm og gjøgnum fysisk sambond. Hetta merkir, at smittuevni frá nøs og munni við hondunum kunnu verða førd yvir á fólk og ting, sum ein nemur við, t.d. við at taka í hondina á øðrum og við at nema við ymiskar yvirflatur o.a. Enn vita vit ikki, hvussu leingi koronavirus kann yvirliva á yvirflatum, men roknað verður við 48 tímum ella longri. Royndir higartil benda á, at børn einans fáa mild sjúkueyðkenni.

Sjúkueyðkenni
Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu,
turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann tað vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og
sjúku elvda av koronavirusi.
Hava starvsfólk ella børn sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma á stovnin.
Eru starvsfólk ella børn sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava
givið tilsøgn um hetta.

Sjúka hjá barni:
Eitt barn, sum fær sjúkueyðkenni meðan tað er á stovni, skal heintast skjótast gjørligt.
Fær eitt barn á stovni koronasmittu, skal stovnsleiðslan kunna tey fólkini, sum viðkomandi barn hevur verið í tøttum sambandi við, soleiðis at hesi kunnu ansa serliga væl eftir sjúkueyðkennum.
Landslæknin tekur støðu til møguligt sóttarhald av børnum og starvsfólki.

Kanning fyri koronavirus
Kenna starvsfólk ella børn seg sjúk ella hava sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, eiga tey at
bíleggja tíð til koronakanning á korona.fo.

Býr eitt starvsfólk ella barn saman við einum persóni, sum er í einum vandabólki, kann viðkomandi hóast hetta fara til arbeiðis ella á stovn. Mælt verður tó til at tosa við kommunulæknan um ítøkiligu støðuna.

Handreinføri
Tá tú vaskar tær um hendurnar við vatni og flótandi sápu, loysnar fitiskónin við mikroverum og verður skolað av húðini. Verður hetta gjørt rætt, tekur tað útvið ein minutt.

Sóttreinsan við alkoholi
Virus tolir illa sóttreinsan við alkoholi (tað viðmælta er ethanolbaserað alkohol 70-85% v/v 1-3% av
glyseroli latnum útí), og tí verður handspritt nýtt til at fyribyrgja smittu. Handspritt fyribyrgir einans smittu, um hendurnar eru sjónliga reinar og turrar.

Vátservitettar
Á eitt nú útferð kanst tú brúka vátserviettar. Vaska tá hendurnar við vatni og flótandi sápu, tá tað ber til.

Halt frástøðu
Koronavirus smittar fyrst og fremst við kontaktsmittu. Tá ið fólk nerta við yvirflatur ella t.d. taka í hondina á hvørjum øðrum, kunnu smittuevnini verða førd víðari. Smittuevnini kunnu eisini verða førd víðari við dropunum/sirminum, ið stendst av at hosta/njósa, og sum kann seta seg á yvirflatur og lutir, sum onnur síðani nerta við. Dropar, ið standast av at hosta ella njósa, falla skjótt niður, og fara vanliga ikki longur enn tveir metrar burtur frá fráfaringarstaðnum. Tí verður vanliga viðmælt, at tað verða hildin ávís frástøða ímillum fólk til tess at fyribyrgja smittu.

Mett verður tó, at tað er heilsufakliga ráðiligt at dagstovnarnir skipa seg í vanligu stovurnar/barnabólkarnir, ið vóru nýttir áðrenn koronasmittan tók seg upp, tó treytað av, at stovurnar/barnabólkarnir í minst møguligan mun koma í samband við hvønn annan. Viðvíkjandi spæli uttan fyri stovnstíð verður tað viðmælt, at so fá børn sum gjørligt spæla saman, og at tey spæla saman við teimum børnunum, sum tey frammanundan ganga á stovni saman við.

Á okkara stovni megna vit ikki at halda frástøðu millum børn og børn. Og børn og starvsfólk.

Tá børn verða koyrd á stovn ella heintað
Tryggjast skal, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnum, ikki savna seg saman við inngongdirnar til stovnin.
Sum heild skulu fólk ikki koma í tætt fysiskt samband við onnur, taka í hondina ella klemma onnur enn tey, sum tey búgva saman við.

Øll skulu vaska sær um hendurnar:
tá tey koma á stovnin um morgunin, áðrenn tey fara heim, og tá ið tey eru komin heim
tá tær eru sjónliga dálkaðar
við jøvnum millumbilum (í minsta lagi annanhvønn tíma)
hvørja ferð, tey hava verið á vesi
áðrenn tey eta og eftir, at tey eru liðug
eftir at hava snýst sær, og eftir, at tey hava hostað/nosið í hendurnar ella í eitt
einnýtislummaturriklæði.

Frástøða
Tað er ikki møguligt hjá starvsfólki at sleppa undan fysiskum sambandi við børnini, og tí hevur tað alstóran týdning við reinføri:

Matur
Starvsfólkið setur mateskjurnar í køliskápið.

Serligir vandabólkar
Nakrir bólkar kunnu gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir við koronavirusi.
Hesir bólkarnir eru:
Fólk eldri enn 65 ár (serliga yvir 80 ár)
Fólk, sum hava ávísar kronisku sjúkur
Fólk við niðursettari immunverju
Børn við ávísum kroniskum sjúkum
Kvinnur, sum eru við barn og fram til tvær vikur eftir, at tær hava átt
Er ivi um starvsfólk ella barn er í serligum váða, ella um tørvur er á serligari ráðgeving, verður mælt til, at viðkomandi tosar við sín kommunulækna.

Ótti hjá starvsfólki og børnum
Fyri tíðina er støðan í samfelagnum merkt av ótta um koronu. Hetta ávirkar okkum øll. Tað er
natúrligt at kenna strongd í slíkum førum, og tað hevur týdning, at vit øll ansa eftir hvørjum øðrum
og eftir okkum sjálvum.
Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við koronaráðgevingina á
telefon 304025 (koronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo.